Visión

Visiónin hjá okkum á Føroya Kips er at veita okkara kundum ein posa av kipsi har dentur er lagdur á besta smakkin, bestu góðsku og hugsjónina um at vøran er stuttflutt og burðardygg.

Samfelagið

Føroya kips ynskir at geva okkara íkast til menning av føroyskt-framleiddum vørum. Tí verður møguligt hjá tær at sleppa inn á framleiðslu okkara, og gera títt egna kips – og krydda tað eftir egnum ynski. Hetta síggja vit sum góðan møguleika at koma tættari at okkara kundum, og sum eitt stuttligt upplivilsi. Hetta kundi verið vælegnað til føðingardagar og aðrar merkidagar – ella bert fyri at royna okkurt stuttligt og nýtt.

Framleiðsla

Okkara framleiðsla er lokal. Vit hava egið vakstrarhús til smakk og krydd, og hava hágóðsku epli úr Sandoy. Tískil er okkara vøra av bestu góðsku, burðardygg og stuttflutt – Føroysk. Júst hesi virði eru hornasteinur í okkara virksemi.

Hví Kips?

Vit meta, at tíðin er búgvin til at føroyingurin kann seta seg í eitt føroyskt flogfarð, og bíleggja eina føroyska øl og ein føroyskan posa av kipsi. Vit vita, at tær føroysku vørurnar eru góðar, og kips er vorðin ein eyðkendur partur av einhvørjum hugnakvøldið. Vit hava ikki tørv á at innflyta kips til Føroyar. Vit hava alt tað, ið skal til fyri at framleiða hetta sjálvi. Tað verður nógv tosað um sjálvbjargni, og epli spæla ein stóran leiklut í føroyska samfelagnum – hví ikki brúka tað til føroyska framleiðslu av kipsi?  Vit kunnu bjóða eina sera góða góðsku, og kappingarførar prísir.

Hvør skal eta Kipsini?

Øll – tú og eg, eldri sum yngri, omma tín, pápi tín, litlibeiggi, kommunumaðurin, fótboltspælarin, studenturin, sjómaðurin, babyrokkarin, timburmaðurin, vaskikonan, allir kipselskarar. Mest av øllum – Vit sum keypa føroyskt, vit sum eru errin av kunna siga, vit eta førosyk kips! Vit vera allastaðni, so óansæð hvar tú býrt, fært tú føroyskt kips. Posin er okkara, og til okkum øll. Ferðafólk fáa sjálvandi eisini møguleikan at royna hesa framúrskarandi føroysku vøruna.